Kishore Kumar Hits

Kular Røtur - Karin lyrics

Artist: Kular Røtur

album: Sangskrínið


Kavin var júst bránaður, og sólin hugdi fram
Tann dagin lítla Karin ein ring á vegnum fann
Ein ring við eini perlu, hon glað til húsa rann
Og mamman segði, Karin góða, hvør man eiga hann?
Karin spurdi genturnar og konur har umkring
Men eingin kundi kennast við henda vakra ring
Við tí dýru perlu, sum hon á vári fann
So mamman helt, at Karin nú kundi eiga hann
Stolt og ovurfegin við ringi Karin gekk
Á tumlinum, og onguntíð í hálsbandi hann hekk
Mamman segði, Karin góða, goym nú ringin væl
Tí tá tú verður størri, á ringfingur hann skal

La la la la la la la la la la la la
La la la la la la la la la la la la la
La la la la la la la la la la la la la
La la la la la la la la la la la la la
Tá Karin fylti seytjan, komm eitt fólk á gátt
Ein lítil gomul kona, og hárið tað var grátt
Hon segði, góða genta, tú onga gávu fær
Í tíggju ár tú borið hevur gullringin hjá mær
Eg einki vildi siga, tá tú ein dagin stóð
Í gongini og spurdi meg so fitt og eygagóð
Tú vísti mær á ringin, í tínum lógva lá
Men eisini dýrar perlur eg í tínum eygum sá

Tú kannst leita víða eftir gulli, um tú vilt
Og savna alskyns prýði, stás og annað gylt
Tó ikki alt, sum glitrar, er eydnan her í verð
Men lívið er ein dýrgripur, vit sjálvi evna her

Поcмотреть все песни артиста

Other albums by the artist

Similar artists