Kishore Kumar Hits

Kular Røtur - Hon er omma mín lyrics

Artist: Kular Røtur

album: Sangskrínið


Ommur siga søgur og bjóða børnum bomm
Mín snakkar mest um Harley Davidson
Á síni motorsúkklu buldrar hon framvið
Og børnini tey siga, hon er einki ommulig
Men hon er omma mín, hon er omma mín
Hon er omma mín, hon er omma mín
Gamlir menn teir tosa um útróður og jørð
Abbi mín keypti sær trummusett í fjør
Eisini ein gitar, hann smíða vil eitt hitt
Og børnini tey siga, tað er einki abbaligt
Men hann er abbi mín, hann er abbi mín
Hann er abbi mín, hann er abbi mín
Mammur vaska klæðir og baka onkuntíð
Tá vit sparka fótbólt, mamma vil uppí
Hon rópar og hon skumpar, er nokk so ógvislig
Og børnini tey siga, hon er einki mammulig
Men hon er mamma mín, hon er mamma mín
Hon er mamma mín, hon er mamma mín
Nógvir pápar fiska, pápi byggir um
Kjallarin skal verða eitt akvarium
Gongur millum krabbar, fluguskáp og blikk
Og børnini tey siga, tað er einki pápaligt
Men hann er pápi mín, hann er pápi mín
Hann er pápi mín, ja hann er pápi mín
Hann er pápi mín, hann er pápi mín
Hann er pápi mín, hann er pápi mín

Поcмотреть все песни артиста

Other albums by the artist

Similar artists