Kishore Kumar Hits

Marius Ziska - Síggja av nýggjum lyrics

Artist: Marius Ziska

album: RÚM


Tú vart hjá mær
Tá ið eg var fullur av óró, niður brotin
Hjálpti mær at síggja ein veg
Eg helt var horvin, burtur, farin
Eg var sokkin, sá onga vón
Var bara ræðsla, alt var pína
Tú fekk meg síggja av nýggjum
Tá ið alt tyktist myrkt vónleyst oyði og kalt
At vit liva og hava hvørt annað beint her júst nú
Tað var sum at vakna av nýggjum
Tá tú segði at eg fór at finna ein veg
Tí vit liva og hava hvørt annað beint her júst nú
Deyðin stærdi kaldur at mær
Hann vildi taka ljósið, lívið
Kærleiksfulla røddin hjá tær
Var sum ein kelda, átti friðin
Tankarnir sum leikaðu í mær
Tá ið hugi mín var sum ein illveðursnátt
Hastu av og eg kendi eitt frælsi ið altíð var
Leinkirnar sum bundi meg niður
Tá ið mítt hjarta var sum eitt innilæst djór
Stukku sundur og brátt sá eg frælsi ið altíð var
Tú fekk meg síggja av nýggjum
Tá ið alt tyktist myrkt vónleyst oyði og kalt
At vit liva og hava hvørt annað beint her júst nú
Tað var sum at vakna av nýggjum
Tá tú segði at eg fór at finna ein veg
Tí vit liva og hava hvørt annað beint her júst nú
(Vit liva og hava hvørt annað)
(Vit liva, hava hvørt annað)
(Vit liva, hvørt annað)

Поcмотреть все песни артиста

Other albums by the artist

Similar artists