Onkuntíð kann eg bara ganga og leingjast Eftir einum stað har alt gevur meining Har verðin er góð Uttan neyð, uttan líðing Eitt fullkomið stað Uttan fjáltur og ræðslu Ein góðvarin mynd, jú eg veit tað væl Kanska ov bláoygd til ein kaldan heim Men orsakið meg, tá eg flýggi í Fjákutar dreymar Hvat um vit nú øll bara valdu at verða Tað vit droyma um, innast inni í okkum Eitt lív uttan tvang Ber væl til um vit vilja Har eg eri eg Og tú ert tú uttan iva Ein góðvarin mynd, jú eg veit tað væl Kanska ov bláoygd til ein kaldan heim Men orsakið meg, tá eg flýggi í Fjákutar dreymar