Kærleikin Er alt, sum eftir skal vera Tá dyrnar eru lætnar upp Upp á víðan vegg Og tú sært at tú droymir Her er alt við tað sama enn Og tú ert enn beint her Júst so sum tú vart tá Tá eg sá við tínum brá Vit bráðna nú í moldini Og søkka í sandin Vit kikka eftir ondini Tá vit eru niðurbundin Kærleikin Er nú Kærleikin Er tú Hann er ímillum líkini Sum halda tey eru Hann endurføðir ríkini Sum tey søgdu frá í forðum Og sum klára vatnið rennur hann Undir spegilsblanka glerinum Og hann knýtir saman droparnar Í tí endaleysa havinum Og vit kenna at vit eru mót Millum tað sum var og kemur Og vit eru øll av somu rót Tað er hon sum okkum fremur Vera uttan iva Kærleikin er nú Vera uttan iva Kærleikin er tú