Minnist eina tíð Full av vøkrum vónum Heimurin lá opin fyri mær Vildi sleppa út Fjakka púra frælsur Kenna tað at liva Uttan bond Bara vera Óskyldin og fávitskan Vóru mínar Drakk av tí sum kom Fjøtraður av ongum So líðandi birtist rødd í mær Og hon segði Tú kanst vera Tað tú vilt Tú ert fríur Tað er myrkt og kalt í nátt Býurin ræðir meg Hann vil eta meg livandi Ongin flýggjan er møgulig Náttarmyrkrið eltir meg Sýgur meg inn í seg nú Tey síggja út sum spøkilsi Fólkini ið støplast har Tómir hamar í ørviti Tær minna mest um eiturorm Grýmurnar ið skríggja at mær Eg hvørvi inn í myrkrið nú Dansa í náttini Eiga hana nú Til tað lýsir í Dansa í náttini Eiga hana nú Líka til tað lýsir í