Eg drepi meg sjálvan í kvøld. Inn í ævinleikan, Inn í ævinleikans hendur. Eg skeri meg sjálvan Sum eitt ørt Fyri kærleikan Ella fyri okkurt í den dur Eg eti meg sjálvan Hvørt kvøld. Eg eti neglirnar fyrst Og síðani tað gamla sárið. Eg seti meg sjálvan So høgt, Heilt ytst á tromina á vári. Slá meg við Onkrum beinanveg. Slá meg við onkrum, sum kann fáa evjuna á flot. Einki mál ella mið, Bara beinan veg. Hál meg niður í kvøld. Eg vil hava onkran at halda um meg. Tað bilar einki, um hon er feit og heit. Bara armarnir røkka um meg, So gongur tað nokk, Tað bilar einki um eg fái ilt.