Eg havi ferðast víða í suður og norð Og undrast hvussu fólk tey kunnu liva Har framtíðin er óviss og fátæk eru kor Tað elur í mær samhuga og iva Mítt land í vøkrum búna, mín mentan og mítt skil Men tosa vit um rættindi er Føroyar ikki til Og min hugur flagsar skerdur tá úr Føroyum Vit hava reikað víða við meiningum á ferð Og kenslur vinna sess á høgum tingi At bjarga okkum sjálvum ein sannleiki tað er; Ta gávu vit her heima ikki fingu Hvønn vit skulu lasta ella takka fyri tað Í útlegd fóru dreymarnir og stoltleikin á knæ Og sum flytifuglar uttan heim í Føroyum Men hvør eigur hesar oyggjar, Hvør eigur hetta hav Hvør eigur eina framtíð nú í Føroyum Her reka nakrar oyggjar ein lítil fáment tjóð Og bylgjur bróta inn at tíðarsandi Eitt túsundára kvæði sum fosturlandið kvóð Sum eigur lív í føroyingum kring landið Frælsi er ein kensla og viljin krevur sítt Føroyar skulu taka lut og merkið veittra frítt Sum í mótburði og logn Hetta landið fekk í ogn So at verðin hon gerst ríkari av Føroyum Tí vit eiga hesar oyggjar vit eiga hetta hav Vit eiga eina framtíð nú í Føroyum