Kishore Kumar Hits

Frændur - Kvøldardøggin lyrics

Artist: Frændur

album: Mítt land


Nú tá ið kvøldardøggin leggur seg á kinnar
Og mjørkaflókar reka móti húsunum í nátt
Tagnaður er songur og slóknað eru ljós
Mín vón í myrkri fer
Langt langt út í hesa tokuna
Tí nú tá ið várið bleiv til náttarfrost og vetur
Eitt túsundtal av spírum sluppu ei at næla frítt
Studentaróp og sangur á fólksins Tian Am Men
Gerst náttin svørt í Kina
Styttist stund til aftur morgun er
Ja nú tá ið skaldið skuldi blóma innaní mær
Og pennurin hvest tey orðini ið siga sum tað er
Gleðin skuldi grógva har ið sól úr havi steig
Og kærleikin í menniskjum ein vón sum aldri doyr
Men á hjørtum liggja fannir og kenslan er sum stál
Um valdið tað er gamalt
Eitt kúgað fólk vil altíð reisa seg
Morgun og ein glæma lýsir inn í myrkar krókar
ísfjøll eru ikki longur mark ímillum lond
Hugur mín reikar víða í mjørkanum í nátt
Skerjast mínir veingir
Eg flúgvi til eg ikki orki meir

Поcмотреть все песни артиста

Other albums by the artist

V

2010 · album

Similar artists