At syngja um deyða og sálarstríð Er lítið virði í At syngja um haru, hund og hest Er avgjørt ikki best At syngja um kríggj og stóran her Mítt hjarta biður frá Hvat tá At syngja um vín og góðan mat Eg eri hildin uppat At syngja um øl er býtt og banalt Og ikki originalt Kritikkur og flest øll kompliment Tey hóska ei til sang Og klang At syngja um mentan og forna tíð Er avgjørt fjákut stríð Himmal og heljar í sama bólk Og eisini konufólk At skriva tekstir enn í dag Um lutir skip og bil Ber ikki til