Hví er tú so tunglynt og syrgin Er tað nakað eg havi gjørt Um eg havi so, fyrigev mær Tí tú veit at eg ongantíð vil Særa teg, pína teg, Gera nakað sum kan skuffa teg Tí eg vil læra teg, teg og meg At elska og verja tað ímillum okkum er Vit hava altíð, verið góð Sjálvt um tíðin gekk okkum í mót Men vit kendu at fræðið var sáað Og vit lótu kærleikan ráða Ikki nógv mundu um okkum gáa Men vit lótu kærleikan ráða Tí at eg elski teg, og tú elskar meg Vit lótu onki koma í okkar veg Og eg vil læra teg, teg og meg At elska og verja tað ímillum okkum er Tíðirnar broytast og vit fylgja við Við somu kenslum og enn lið um lið Vit eru góð enn og hava nú børn Vit hava vunnið á lívsins ódn Tí at eg elskaði teg, tú elskaði meg Vit lótu onki koma í okkar veg Og eg lærdi teg, teg og meg At elska og verja tað ímillum okkum eg