Hon vildi ikki út, hon vildi ikki tað Hoyrdi bilin starta, og hoyrdi hann fara avstað Nú situr hon og hugsar, hví kom tað hartil Tað ikki longur bar til Náttin kemur á, hon finnur ongan frið Hugsar um hana, sum hann nú er saman við Tárini renna og hjartað upployst, og veit sær onga troyst Hvar kann hon finna svar, nú onki er longur sum tað einaferð var Leingist, og tráar at kenna, tvey hjørtu sum brenna sum kyndlar á nátt Av kærleikans mátt Hon savnar saman alt, alt sum er saman vavt Myndir, brot og fløgur, tað sum týdning hevur havt Hon orkar tað ikki, men veit at hon má Minnunum koma frá Ein hevði ringt í gjár, at vita hvussu tað stóð til Var nakað hann kundi gera, skuldi hon bara siga til Hon mintist á løtur, tá tey vóru góð, Og áðrenn ein annar dróg Kanska hon einaferð aftur, kann síggja tann loga Sum bert ein, ið elskar sær