Kishore Kumar Hits

Dynamit - Pápi tín býr ei í Tórshavn lyrics

Artist: Dynamit

album: Vit vilja ongantíð doyggja (live)


Drongurin kom inn í køkin ein dagin
Hugdi upp á mammuna og segði so smæðin
Góða mamma, allir mínir vinir flenna
Teir vilja ikki við meg kenna tá ið eg tosi
Tá teir siga ei, tá sigi eg oy
Og tá teir siga nei, tá sigi eg noy, tað er løgið!
Góða mamma sig mær
Hvat er galið við mær, eg vil tað vita
Men tað sum eg haldi er allarmest galið
Tað er tá eg eri í Gundadali og hyggi
Har seti eg meg í skýlið, eg rópi hart og ýli KOYR Á KÍ
Eg haldi jú við HB, eg eri havnarmaður
Men korar KÍ tá verið eg glaður, sikken tossi
Góða mamma sig mær
Hvat er galið við mær, eg vil tað vita
Nú drongurin leingi hevði havt orðið
Setti mamman seg niður við borðið og hon segði
Pápi tín, sum heldur við HB
Hann er ikki tín rætti pápi, tað skalt tú vita
Tí í Klaksvík býr tín ektaði babba
Har eigur tú eina ommu og abba, ver tú glaður
Eg má hesi boðini bera
Og tú mást ikki keddur vera, tá ið eg sigi
Sonur pápi tín býr ei í Tórshavn, hann býr í Klaksvík
At vita tað, tað er títt minsta krav
Sonnur pápi tín býr ei í Tórshavn, hann býr í Klaksvík
Og tað skalt tú bara vera stoltur av

Поcмотреть все песни артиста

Other albums by the artist

Similar artists