Starir tú enn í tín brotna spegil í dag Andaliga sum ein invalid uttan stav Er tíðin runnin undan tínum síðsta ravmagnssjokk Bara tú riggar So gongur alt nokk Sást tú flestar peikifingrar rættar móti tær Spurdi tú tá teg sjálva hvør ið lærdi teir tað Góða tú mást vita at tað er tær galið er við Tí bara tú riggar So fært tú helst frið Seldi tú teg og tín kropp frá átta til seks Fekst tú tað teir klóku nevna undirlutakompleks Eitt glas av librium ella valium er gott Tí bara tú riggar So keypa teir teg nokk Ert tú nú sigld afturút – er striltið títt lív ætlar tú á marknaðin at gerast eitt vív Pensla allan ælabogan á tín slitna kropp Tí bara tú riggar So elska vit teg nokk Og bara tú elskar So riggar tú nokk