Kishore Kumar Hits

Kári P - Andvera lyrics

Artist: Kári P

album: Vælferðarvísur


Har liggja nýggj-hálvfems pappír
í ovastu skuffuni
á tey er ritað
So man kann vita
Um tú riggar normalt
Har liggja áttu-fýrs pappír
í næstovastu skuffuni
Hvørt orð er vigað
Og tað tey siga
Er at tær vantar kontakt
Har liggja sjey- hálvfjerðs pappír
í mittastu skuffuni
Hvønn dag skal skrivast
So ongin ivast
At tú gert tað tú skalt
Men har liggur eitt smíl
í næstniðastu skuffuni
Av og á kannað
Um millum manna
Tað kann smílast normalt
Tí har liggur ein tjúkk bók
Oman á øllum skuffum
Standa sannleikar
Frá einum samfelag
Sum sigst at rigga normalt
Men eg siti og bíði
Og veit ikki hví eg
Kundi stríðst
Móti øllum heimi
í dómadags stríði
Tí hugar mín tráar
Eftir niðastu skuffuni
Men hon er fast læst
Verður aldri opnað
Tí har liggur tú sjálv

Поcмотреть все песни артиста

Other albums by the artist

Similar artists