Kishore Kumar Hits

Kári P - Amerikakvæði lyrics

Artist: Kári P

album: Vælferðarvísur


Amerika, amerika
Tað var ein signing stór
Tá ið kolumbus gamli um atlantshavið fór
At byggja mikla borg
At verja gud & demokratiið
Amerika
Vit uttan ragmagnstól
Og uttan coca-cola aldri sóu frælsissól
Og høvdu ikki superman
At verja gud & demokratiið
Amerika
Væl bíta tíni svørð
Teir reyðu allar myrdi tú og rændi teirra jørð
Við krossi og við krúti
Fyri gud og fyri demokratiið
Amerika
Eg fagni tær í kvøld
Av blálondum tú førdi hina dimmu trælafjøld
Við koyrli og við leinkjum
Fyri gud og fyri demokratiið
Amerika
Tú mikla frælsisørn
Tú heimsøkti teir gulu teirra vív og teirra børn
Við bíblium og bumbum
Fyri gud og fyri demokratiið
Amerika
Tað fell so væl í lag
Tey óføddu tú kryplaði og brendi fólk og fæ
Við napalm og við eitri
Fyri gud og fyri demokratiið
Amerika ei kálvahjarta
Høvdu kappar teir
Sum royndu góðar gripir móti børnum í my lai
Við hvøssum bajonettum
Fyri gud og fyri demokratiið
Amerika
Tín heiður runga skal
Frá watergate har vesturi til føroya mjørkadal
Tú verjir dollarposan
Og tú verjir gud og demokratiið

Поcмотреть все песни артиста

Other albums by the artist

Similar artists