Sig mær hevur tú hoyrt um tað landið Har teir sum mæla til armóð og bót Og til at læta sær sjálvum sæta Og bólgna á ovastu rók Har í tey ker sum til vøkstur og víðkan Og til gróður og gleim vórðu telgd Teir agentar sum ávøkstin henta Sáddu skomm synd og helvitis eld Har um á degi tín næsta tú snýtti Og á kvøldi tín granna bedró Fert á nátt tú við paulus á ruba So vaknar tú reinur sum snjó Og um tín sæla ov skjótt hevur fingið Ein heldur veikan og vatndeyvan dám So kanst tú spela beint inn í várt felag So pikant p/f krossur og krám Og tey halda seg flúgva í erva Og at tá horvin er sorg sút og neyð Onkur letur teim ein mercedes Spildurnýggjan modell sjeytisjey Sig mær hevur tú hoyrt um tað landið Har teir sum mæla til armóð og bót Og til at lata sær sjálvum sæta Og bólgna á ovastu rók