Kishore Kumar Hits

Kári P - Súrligar nætur í Keymannahavn lyrics

Artist: Kári P

album: Vælferðarvísur


Vaknandi húsafasadyr nú náttin er deyð
Spyrja hvønn annan hvar fáa vit nú morgunbreyð
Morgunin legði sín perlandi døgg á tín kinn
Vit turkaðu brillurnar væl áðrenn vit fóru inn
í tómligu tøgnini hittast av og á eygnabrá
Lunkaði rundstykkir hvat skal tú nú hava uppá
Ein lítlan til tín ein til mín ja tað riggar so væl
Tá ein skal biðja teg lova sær at sova sær hjá tær
Og Langabrúgv leingist av longsli har yvir man skal
á tínum kamari kunnu vit helst sova væl
Ein byrjandi býur bjóðar tær ein góðan dag
Tú svarar takk fyri meg men mítt ríki er ei av ídag
Eg elski teg tak mín seinasti rest í tín favn
So gloyma vit súrligar nætur í Keypmannahavn
Og meðan tú elskar meg hómi eg dalar og fjøll
Angandi bø mjúkar sátur og spælandi børn

Поcмотреть все песни артиста

Other albums by the artist

Similar artists