Kishore Kumar Hits

Kári P - Villar víddir lyrics

Artist: Kári P

album: Hinumegin ringvegin


Leið meg út á villar víddir, har lívið leika skal.
Frælsi fær eitt innihald og vónin gerst eitt val.
Ja, heilt út, har vindar venda og orka broytir skap,
Einstein møtir Marx og Freud og Rolling Stones afturat.
Har blandar tú títt blómubryggj uttan timburmenn ella fólkaskomm,
Tí avdottin er Bakkus brátt av Kánabrúdleypsromm,
Kom við út á villar víddir, uttan haft ella tíðartonn.
Sigl meg út, har sjógvar slættast av skynseminnar vernd,
Hvør ein misgerð rættast í somu løtu, hon er nevnd.
Vilt tú syngja millum vinir, mást tú ganga út úr takt,
Tí tín leiðari gerst linur, tá tín samvitska fær makt.
Eygu møtast undrandi, tú bert meg burtur blundandi,
øsast upp heilt óttaleys í nirvana out of time.
Blaka meg so, har bylgjur brótast, oman bakka, út um heim.
Eg vil síggja syndir slaktast og teg sveima upp av ný,
Tí har insta vónin aktast, hon vegur vápnagný.
Eg vil daga duldar dreymar og loysa lygnarhaft,
Vita nær ja er ja og nei er nei, tá ivin heldur kjaft,
Og lívið er eitt puslispæl, sum aldri liggur, sum tað skal,
Sum eitt sprell í kosmos tú og eg, á Edensgarðarveg.
Vælkomin út á villar víddir, her skal eingin spara seg.

Поcмотреть все песни артиста

Other albums by the artist

Similar artists