Sigmund æt ein drongur sum eg kendi her í býnum. Mamman Jakobina seldi vaflir undir krígnum Tey búðu í ein grønum húsum uppi undir Varða Og Sigmund átti búður har hann hevði ein taman stara Og ein dag uppundir ólavsøku mundi endað galið Tá hevði hann svølgt ein staralort og fór á hospitalið Hin gamla stóð í túninum so korkareyð í fjesi áh hasin dummi hundurin hann heldur seg vera eitt vesi So flutti hann til Danmarkar, trúðlovaðist Mikalu Hon dóttir var ein slaktara við farsi sum spesiali Mikala gjørdist bumbutjúkk og føddi sonin Gundur Og Sigmund stóð við hvørnina sum elti farsi sundur Tað næsta sum eg hoyrdi var at Sigmund var forsvunnin Teir leitaðu og dreggjaðu men aldri bleiv hann funnin Nú hevði hann so segði hann júst fatur í tí rætta Tað var nú ólukksáligt ha? . men soleiðis var hatta So gekk man og funderaði og tú hevði væl gjørt tað sama Um grundirnar og orsøkir og hví og allan trama Men best sum er eitt leygarkvøld varð hend gátan svarað Tað hendi við eitt reisigildið uppi undir Varða Mín góði vinur Jóan Karl vað byrjaður at reirast Eitt typehús var úrslitið og hetta mátti feirast Við borið sótu hann og eg og systkinabarnið Harry Menuin var ein øl og so medistari í karry Vit sita so og eta har og práta um tað farna Um kreppuna í landinum og um skutarin hjá Arna So bítið eg í okkurt hart og sviðin er so meinur Ein knykil er í pylsuni so harður sum ein steinur Eg spýtið út og tað sum datt á borið var ein ringur Ovalur og skamfílaður úr deiggjinum hann stingur Graveringin fekk heilarútmur heilt upp á hægsta skala Har stóðu nøkur tøl og so til endands tín Mikala Sum ryssa yvir deyðum fylið sótu vit gemalar Og gløddu hvør at øðrum tríggir bleikir kannibalar Við Sigmundi í tarminum vit sótu samanlæstir Men skuldið hann nú etast ja so vóru vit væl næstir Ja tað er ikki lukkuligt segði eg við Harry At enda sínar dagar sum medistari í karry Vit hildu líkasum ervi saman kvøldið eftir Av trygdarávum ótu vit rabarbugreyt og knettir