Kishore Kumar Hits

Harkaliðið - Ólavur Riddararós (brot) lyrics

Artist: Harkaliðið

album: Harkaliðið


Ungir kallar kátir kallar gangið upp á gólv,
Dansið lystilig!
Ólavur ríður eftir bjørgunum fram
-Kol og smiður við-
Fann hann uppá eitt álvarann
-Ungir kallar kátir kallar gangið upp á gólv,
Dansið lystilig-
Út kom eitt tað álvafljóð
-Kol og smiður við-
Flættað hár á herðar dró
-Ungir kallar kátir kallar gangið upp á gólv,
Dansið lystilig-
Ver vælkomin, Ólav Riddarós,
-Kol og smiður við-
Tú gakk í dans og kvøð fyri oss
-Ungir kallar kátir kallar gangið upp á gólv,
Dansið lystilig-
Eg kann ikki her hjá álvum vera
-Kol og smiður við-
Í morgin skal eg mítt brúdleyp gera
-Ungir kallar kátir kallar gangið upp á gólv,
Dansið lystilig-
Vilt tú ikki longur hjá álvum vera
-Kol og smiður við-
Sjúkur skalt tú títt brúdleyp gera
-Ungir kallar kátir kallar gangið upp á gólv,
Dansið lystilig-
Hvat heldur vilt tú: sjey vetur liggja sjúk
-Kol og smiður við-
Ella vil tú í morgin liggja lík
-Ungir kallar kátir kallar gangið upp á gólv,
Dansið lystilig-
Tveir eru kostirnir hvørgin er mjúkur
-Kol og smiður við-
Ilt er at liggja leingi sjúkur
-Ungir kallar kátir kallar gangið upp á gólv,
Dansið lystilig-
Fyrr vil eg í morgin til moldar gá
-Kol og smiður við-
Enn eg vil sjey vetur liggja á strá
-Ungir kallar kátir kallar gangið upp á gólv,
Dansið lystilig-
Hon bar fram eitt drykkjusteyp
-Kol og smiður við-
Eiturkornið í tí fleyt
-Ungir kallar kátir kallar gangið upp á gólv,
Dansið lystilig-
Tú sig tíni móður, tá tu kemur heim
-Kol og smiður við-
Tín føli snávaði um ein stein
-Ungir kallar kátir kallar gangið upp á gólv,
Dansið lystilig-
Ólavur heim í garðin fór
-Kol og smiður við-
Úti hans móðir fyri honum stóð
-Ungir kallar kátir kallar gangið upp á gólv,
Dansið lystilig-
Hví ert tú so følin, hví ert tú so bleik
-Kol og smiður við-
Sum tú hevur verið í álvaleik
-Ungir kallar kátir kallar gangið upp á gólv,
Dansið lystilig-
Tí eri eg so følin, tí eri eg sum bast
-Kol og smiður við-
Í gjár var eg teim álvum næst
-Ungir kallar kátir kallar gangið upp á gólv,
Dansið lystilig-
Ólavur vendist til veggin brátt
-Kol og smiður við-
Han doyði langt fyri miðunátt
-Ungir kallar kátir kallar gangið upp á gólv,
Dansið lystilig-
Har komu av tí bú
-Kol og smiður við-
Líkini trý tey vóru so prúð
-Ungir kallar kátir kallar gangið upp á gólv,
Dansið lystilig-
Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans moy
-Kol og smiður við-
Tað triðja hans móðir av sorg hon doyði
-Ungir kallar kátir kallar gangið upp á gólv,
Dansið lystilig-
Lystilig!

Поcмотреть все песни артиста

Other albums by the artist

Similar artists