Kishore Kumar Hits

Harkaliðið - Gamla Dimma lyrics

Artist: Harkaliðið

album: Nýtt og grovt gamalt


Í níti ár so mangt eg toldi,
Sløddist her á geil og veg,
Døkk er skræðan, svart er holdið,
Tí tey Dimmu kalla meg.
Soleiðis er gamla Dimma,
Selur kropp sín hvønn ein dag
Sein í song og rísur snimma,
ár um ár við sama lag.
Nakað gomul, sum tit skilja
(Hoyri ikki hvat verður sagt:'()
Sjálvt um nú eg ei vil dylja
Eri heldur mikið smurd.
Soleiðis er gamla Dimma,
Selur kropp sín hvønn ein dag
Sein í song og rísur snimma,
ár um ár við sama lag.
Hevði mær, í ungum døgum
Mangt eitt fagurt ideal,
Ja, teir kundu sagt frá søgum
Johan Poulsen og Mogens Wahl.
Soleiðis er gamla Dimma,
Selur kropp sín hvønn ein dag
Sein í song og rísur snimma,
ár um ár við sama lag.
Gev mær alt, men ei teir reyðu,
Tað er mær tó ov naivt.
Heldur eg mær sjálvi fleygi
Enn eg fríggi kollektivt.
Soleiðis er gamla Dimma,
Selur kropp sín hvønn ein dag
Sein í song og rísur snimma,
ár um ár við sama lag.
Umframt annað mangt eg gevi,
Ferdinan og Fjern og Nær,
Trúgv mær, tað kann vera strævið
Fyri eina gamla mer.
Soleiðis er gamla Dimma,
Selur kropp sín hvønn ein dag
Sein í song og rísur snimma,
ár um ár við sama lag.

Поcмотреть все песни артиста

Other albums by the artist

Similar artists