Var á Føroya landi einaferð so statt, Alt sum prestur segði, tað var vist og satt. Kingo, Brockman báðar allir litu á. Ja, so einfalt var tað tá. Sektus og sekterius, sektus og sekterius Prædikantar nógvir og mormonmenlar Allir rópa vinur kom. Jú teir gomlu hjálptu seg við prest og degn Bønhús ella kirkja vóru stavnatekn; Nú hvør maður sjálvur prestur vera vil, Prestur dugur einki til. Sigst at onkur farin er at hugsa um, Hvussu vorðið var við okkar forfedrum. Sukku teir í heljardýpi ella ja? Vunnu teir upp himnastað. Vóni eg at einaferð vit biskup fá, Hann man megna fyri okkum greiða má: Er tað so barasta hvør sektarist, í himni eigur innivist.