Kishore Kumar Hits

Annika Hoydal - Veturin kom við kulda og kava lyrics

Artist: Annika Hoydal

album: Til børn (+ vaksin)


Veturin kom við kulda og kava,
Ringt er hjá seyðinum, hart er at skava,
Kalt er í berligum bóli.
Lágt stendur sólin, og tíðliga skýmir,
Burtur úr túninum hundurin rýmir,
Inni situr kúrandi Óli.
Gler er í á og skalvur í brekku;
Rínur og hvínur í hvørjari sprekku;
Óli er grammur í huga,
Situr og hugsar um summar og gleði,
Fuglur var kátur, og lambið var fegið;
Nú hómast ikki ein fluga.

Omman á bríkini sigur frá søgum,
Abbin úr fjøruni kemur við øðum,
Oman kemur maður av Gørðum.
"Kóka nú kaffi, set rokkin til reiðar!"
Hugnaligt í stovu, um frystir eru teigar.
Har kemur Klæmint við kørðum.

Поcмотреть все песни артиста

Other albums by the artist

Similar artists