Nú dagarnir styttast og jól eru nær Summarið grætur og veturin lær Nú kavi og kuldi er gerandislag Men tú ert tann sama hvønn dag So heimlig sum havið so svinn sum ein sól Um várið, á vetri og uppundir jól Kalendaraljósið tú tendrar hvønn dag Men tú ert tann sama hvønn dag Hóast lønin er lítil so hugnar tú um Pyntar við greinum og nissubørnum Bakar og hoyrir eitt pent jólalag Men tú ert tann sama hvønn dag Kalt er harúti, men inni er flótt Tú stákast og jólini nærkast so skjótt Tú hevur keypt gávur og grannvaksið træ Men tú ert tann sama hvønn Tá klokkurnar ringja syngur tú við Føgur er foldin um gleði og frið Hjá menniskjavini í føðingardag Men tú ert tann sama hvønn Tú vísir mær kjólan tú ætlar tær í Og spyrt um eg havi um jólini frí Men tú kennir svarið og smílist tí glað Tí tú ert tann sama hvønn dag