Eg vil aldrin aftur síggja teg Eg vil aldrin aftur leypa so djúpt í ta grøv Sum tú grevur mær hvønn evig einasta dag Og eg søkki bara longur niður hvørja ferð Eg vil vraka teg Havi funnið mær ta styrki ið tað einaferð krevur At viska teg vekk úr míni tilveru So eg kann bara koyra ahead við sjálvum mær Á góðasta Brotnað lítla beistið hjá mær Eg elski teg Men tú gert tað ikki lætt fyri meg Á góðasta Brotnað lítla beistið hjá mær Eg elski teg Men nú noyðist eg at fara mín veg Eg vil aldrin aftur føla teg Eg vil aldrin aftur merkja tann hita ið eg merki tá ið tú fevnir meg Tað er onki undur at eg blívi við at standa í stað Tí tú pissar í mítt kornfleks hvønn tann einasta dag Tú ert eitt innantómt fimm-stjørnað hotel Tú ert tað vakrasta eg nakrantíð havi blakað í skrell Eg kann bert vóna at eg gloymi alt tað vit hava deilt Eg kann bert vóna at ein dagin ert tú horvin heilt Á góðasta Brotnað lítla beistið hjá mær Eg elski teg Men tú gert tað ikki lætt fyri meg Á góðasta Brotnað lítla beistið hjá mær Eg elski teg Men nú noyðist eg at fara mín veg