Kishore Kumar Hits

Hamradun - Jallgríms kvæði lyrics

Artist: Hamradun

album: Hetjuslóð


Eina veit eg rímuna
Gjørd við nýtum orðum
Jallgrímur og Havgrímur ræðu fyri í forðum
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva
Jallgrímur og Havgrímur, ræðu við búnum brandi
Hin var sær á Upplondum, men hesin á Bjarmalandi
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva
Løgdu sær so ráðini við
Sum fornir gjørdu í forðum
Tað skal eingin kongur stýra her um Heroyar norður
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva
Har komu niður á Bjarmaland f immti riddarar
Reystir, tá svaraði Havgrímur: "Hvørjir eru hesir gestir?"
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva

Svaraði ein av sveinunum
Smíldist undir lín:
"Haraldur kongur av Noregi sendi meg til tín
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva
Kongurin hevur oss higar sent
Ikki við so blíðum
Antin skalt tú landið skatta ella ímóti stríða"
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva
Havgrímur so til orða tekur, mælir tunga at inna:
"Her hevur eingin skattur gingið alt tað, ið frægir minnast
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva
Eg eri alin á Bjarmalandi, giti ei landið skatta
Ikki skal hann Haraldur kongur fregna tað og frætta"
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva
Bóru burt hans borðbúnað
Gjørt var av silvuri reina
Takið nú tann høvdinga, og berið út á teinum
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva
Løgdu teir hendur á Havgrím unga, ætlaðu út at bera
Hann vá upp sín bitra brand, ið væl kundi brynjur skera
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva
Latum dans dynja dreingir
Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva

Поcмотреть все песни артиста

Other albums by the artist

Similar artists