Snæbjørn vaknar jóladag, Nú vetur komin er. Skal eg sita einsamallur her, Kaldur og svangur í fjalsins lon, Kaldur í fjallsins lon. Fýra turrikløð tey komu í millum meg og kong. Skal eg bøta fyri mín kærleika Og verða settur í bolt og jarn, Settur í bolt og jarn. Høgi harrin ið higar kom. Hann fylla skuldi sítt trog. Vildi meg at klintra í dúvurók Og seta mítt lív í vandaferð, Mítt lív í vandaferð. Stevndur fyri oyggjating Fyri hjartans gávu bleiv eg Og dømdur eftir danalóg. Men fútanum gav eg banasár Teir friðleysan gjørdu meg. Jagstraður maður í oynni var eg, Men teir fáa meg ei, í holum og rókum eg goyma meg vil. Eg frælsur føddur føroyingur var, Frælsur føroyingur var. Tíðliga á morgni ein bátur horvin Var í neystagrund. Flýddur út av Skálamøl, Farvæl mítt land, mítt fljóð, mítt barn, Snæbjørn farin er Farvæl mítt land, mítt fljóð, mítt barn, Snæbjørn farin er