Kishore Kumar Hits

Terji - Á ferð til dreymaland lyrics

Artist: Terji

album: Terji & Føstufressar


Hákunnardrongur situr við tína song
Og leggur tær torvmold í eyga,
Hann syngur eina vísu um, at náttin er so long
Og tú má honum lova,
At tú legst at sova,
Tá sleppur tú í dreymaland
At spæla til tað lýsnar
So banka tit á portrini í stóru dreymaborg
Sum opnast - og tit trína innar
í vakrar urtagarðar har einki eitur sorg
Tit ganga eftir gøtum
á blómuprýddum fløtum,
Har littir fuglar syngja
So vakurt fyri tær
So ríða tit á mánastrálum eftir himnabrúgvum
Og stjørnurnar lýsa tær á veg
Tær hanga undir hválvinum í smáum bjørtum rúgvum,
Og sum klokkur tær ringja,
Sum einglar tær syngja
Og ynskja, at eydnan
Skal fylgja tær á veg
Tú vaskar tær í silvitni, sum mánin hin klári
í nátt letur dansa á vág,
Og norðlýsið bjarta tær tváar inn hárið,
Tú tornar á strondum
í ævintýrlondum,
Og stjørnudust flættar
Tú í títt reina hár
Men út móti morgninum, Hákunnardrongur
Teg leiðir heim í tína song,
Nú sleppur tú ikki at spæla har longur,
Tí dagur fær nátt
Til at fella í fátt,
Og dreymarnir hvørva
Tá ljósið er nær

Поcмотреть все песни артиста

Other albums by the artist

Similar artists