Eg kundi tumlað Meg gjøgnum alt evropa Lisið eina bók í montreal Eg kundi gingið á smølum gøtum Etið fruktir beint av einum træ Eg kundi sjoppað til alt árið Og sólað mær við ísi á sacré cæur Eg kundi sitið á einum toki Staðið á einum heyggi í athen Riðið á einum hesti Eg síggi mínar óttanir Eg hugsi alt for nógv Eg taki mínar ætlanir Og kasti tær á sjógv Eg havi aldrin dugað at bara fara við tí sum sker Hví er tað so ógjørligt at bara vera í tí sum er? Eg Kundi klatrað meir í fjøllum Farið stimitúr Og fiskað í fleiri tjørnum Etið skinsakjøt Gjørt sátur í hvørjum haga Eg kundi generelt hoppað meir í havið Og hægri útbúgving! Nøkur børn, í minsta lagi tvey Eitt grundstykki á leynum Kundi biðið meir til gud Vitjað tey gomlu Og tey sum eru í neyð At siga At siga ja Er nei til okkurt annað At siga At siga nei Ger pláss til enn meir At siga At siga ja Er nei til okkurt annað At siga At siga nei Ger pláss til enn meir