Harri, tú meg rannsakar og kennir Hvørt eg siti ella standi, tú tað veitst Langt burtur mín ætlan er tær kunn Hvørt eg gangi ella liggi Tú tað kannar, tú gjølla veitst um vegir mínar allar Áður enn orðið er mær á míni tungu Tú, Harri, tað kennir til fulnar Fyri aftan, fyri framman ert tú um meg Og hond tína hevur á meg tú lagt Tað er mær ov undurfult at skilja Ov høgt, eg eri ei fyri tí førur Hvar skal eg fara frá anda tínum Hvar skal eg flýggja frá ásjón tíni Stígi eg til himna upp, tá ert tú har Reiði eg í helheimi legu mína, sí, tú ert har Áður enn orðið er mær á míni tungu Tú, Harri, tað kennir til fulnar Fyri aftan, fyri framman ert tú um meg Og hond tína hevur á meg tú lagt Tað er mær ov undurfult at skilja Ov høgt, eg eri ei fyri tí førur Um eg sigi: Myrkrið meg hylji Og ljósið íkring meg verði nátt Tá er tó myrkrið tær ikki ov myrkt Og náttin er klár eins og dagur Áður enn orðið er mær á míni tungu Tú, Harri, tað kennir til fulnar Fyri aftan, fyri framman ert tú um meg Og hond tína hevur á meg tú lagt Tað er mær ov undurfult at skilja Ov høgt, eg eri ei fyri tí førur Kanna meg, Guð og kenn mítt hjarta Rannsaka meg og kenn mína hugsan Vita, um eg gangi á glatunarvegi Og leið meg hin æviga vegin!