Besta Bók av bókum her Bíblian hjá mammu er Merkt av tárum, skrætt og rukkað er mangt blað Men so klárt er fyri mær Tá hon tók meg inn at sær Setti meg á fangið og til Guð hon bað Gamla Bók, dýra Bók Gjøgnum Teg eg Jesu kærleik havi sæð Meir og meir eg elski Teg Sum eg ferðist á tí veg Ið skal føra heim til Zions nýggja Stað Hon fortaldi fyri mær Hvussu Jesus Kristus var Komin her at ganga krossins tunga veg Tá eg krossfestan sá Hann Og mær tár á kinni rann Kysti hon meg, segði, alt var fyri meg Gamla Bók, dýra Bók Gjøgnum Teg eg Jesu kærleik havi sæð Meir og meir eg elski Teg Sum eg ferðist á tí veg Ið skal føra heim til Zions nýggja Stað Nú í Himli mamma býr Men tann Bókin er mær dýr Sum í sorg og gleði henni var so kær Hon gav kraft í neyðarstund Hon helt inn í deyðans blund Og eg veit, hon eisini skal hjálpa mær Gamla Bók, dýra Bók Gjøgnum Teg eg Jesu kærleik havi sæð Meir og meir eg elski Teg Sum eg ferðist á tí veg Ið skal føra heim til Zions nýggja Stað